Innanlands

Ruth Vang í Brússel

Landstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur luttikið á árliga norðurlendska ráðharrafundinum fyri figgjarmálaráðharrar

(Mynd: Fíggjarmálaráðið)

(Mynd: Fíggjarmálaráðið)

2025-11-15 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum hevur luttikið á árliga norðurlendska ráðharrafundinum fyri fíggjarmálaráðharrar. Fundurin var í Brússel.

Fundurin viðgjørdi serliga tilbúgving av fíggjarliga undirstøðukervinum í einari ófriðaligari tíð, og ráðharrarnir raðfesta eitt tættari norðurlendsk samstarv á hesum øki, skrivar Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Ruth Vang nýtti eisini høvið at hitta Henna Virkkunen, ES-nevndarlim við ábyrgd fyri talgilding, trygd og fólkaræði og Valdis Dombrovskis, ES-nevndarlim í búskaparmálum.

Á fundunum vóru millum annað talgilding og handil umrødd, sum eisini er nevnt í semjuskjalinum millum Føroyar og ES, sum varð undirskrivað í fjør.

– Yvirhøvur er áhugi og vilji í ES-skipanini til at menna samstarvið við Føroyar. Fyri okkum hevur tað týdning, at føroysk vinna og persónar hava lætta atgongd til ES-marknaðin – sigur landsstýriskvinnan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder