Uttanlands

Rutte hevur ikki heimild at samráðast vegna Grønland

Óvissa er enn um hvat innihaldi er í sokallaðu rammuavtaluni um Grønland og Arktis, sum amerikanski forsetin og Nato-aðalskrivarin komu ásamt um í Davos í gjár

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari í Davos í gjár (Mynd: EPA)

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari í Davos í gjár (Mynd: EPA)

2026-01-22 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mette Frederiksen, danskur statsministari, slær fast, at aðalskrivarin hjá Nato ikki hevur heimild at samráðast við Donald Trump vegna Grønland og Danmark.

Hetta sigur hon eftir at Donald Trump og Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, í gjár samdust um eina rammuavtalu um framtíðina hjá arktiska økinum.

- Vit mugu finna eina leið, sum virðir fólkarættin og grønlendska fullveldið, sigur Mette Frederiksen við Danmarks Radio.

Leiðandi politikarar í Grønlandi hava somu meining – at Natoovastin ikki kann samráðast við Trump um eina avtalu.

Trump boðaði annars í gjárkvøldið, at ein avtala er gjørd viðvíkjandi Grønlandi og øllum arktiska økinum.

Les: Karmur gjørdur fyri avtalu um Grønland – Trump droppar tollin

Júst hvat avtalan inniber, er ikki greitt enn. Trump hevur sagt, at avtalan verður gagnlig fyri USA og eisini fyri hini Nato-londini.

Trump varð fleiri ferðir spurdur av tíðindafólkum, um avtalan inniber, at USA fær ræðið á Grønlandi. Amerikanski forsetin svaraði ikki spurninginum, men segði at avtalan inni ber alt tað tey droymdu um, og at hon verður galdandi í allar ævir.

- Kann ikki samráðast uttan um okkum

Aaja Chemnitz, ið situr á Fólkatingi umboðandi flokkin IA í Grønlandi, er ivingasom. Henni dámar ikki, at Mark Rutte hevur gjørt eina avtalu um Grønland uttan at grønlendingar vóru til staðar.

- Nato hevur á ongan hátt heimild til at samráðast um nakað uttan um okkum, skrivaði hon í eini dagføring á Facebook.

Onki er komi út um innihaldið í rammuavtaluni, og Rutte hevur sagt, at tað enn eru staklutir, sum arbeiðast skal víðari við.

Trump valdi í gjár at taka aftur fleiri av hóttanum um eitt nú revsitolltoll í sínum royndum at fáa hendur á Grønlandi.

Mette Frederiksen hevur greitt frá, at hon hevur verið í sambandi við Mark Rutte bæði undan og eftir fundin, sum hann helt við Donald Trump í Davos í gjár.

- Vit kunnu ikki samráðast um okkara fullveldi. Eg eri kunnað um, at soleiðis hevur tað heldur ikki verið, sigur Mette Frederiksen í skrivligum svari til norsku tíðindastovuna, NTB.

Hon hevur ikki verið við á fundinum í Davos í hesi vikuni.

Óvissan er órógvandi

Í morgun hevur eitt talsfólk hjá Nato svara tí kritikki, sum er komin fram móti aðalskrivaranum.

- Mark Rutte hevur ikki lagt nakað seminguppskot fram um hvør skal hava ræðið á Grønlandi, skrivar talsfólkið til Reuters.

Í Davos var ein ávísur lætti at hóma, tá Trump í røðu síni legði dent á, at hann als ongar ætlanir hevur um at taka Grønland við hermegi.

Marianne Riddervold, norskur evropagranskari sigur við NRK, at tað órógvandi er, at tað er so stór óvissa um, hvat amerikanski forsetin vil og ætlar.

- Henda óvissan ger, at vit jú ikki vita, hvat hann fer at siga í morgin, ella hvat fer at henda næstu fer. Og hann vísir stóran vilja til at brúka sítt vald. Hann var í røðu síni í gjár sera upptikin av sínum valdi og ynskinum um at ávirka støðuna soleiðis, at hann fær tað so sum hann vil, at tað skal vera, sigur Riddervold í samrøðu við NRK.

Hon er samd við Aaja Chemnitz, sum eigur, at grønlendingar mugu vera við í slíkum samrøðum.

- Nú mugu vit bíða eftir at hoyra hvat kemur burtur úr hesi avtalu. Vónandi koma grønlendingar og danir við í samráðingarnar. Slíkt er ikki nakað, sum natoovastin og Trump einsamallir kunnu avgera, sigur norski granskarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder