Uttanlands

Rutte til Washington

Nato-aðalskrivarin vitjar í amerikanska høvuðsstaðnum í komandi viku, eftir at amerikanski forsetin hevur funnist at Nato

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari (Mynd: EPA)

Mark Rutte, Nato-aðalskrivari (Mynd: EPA)

2026-04-02 14:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku fer Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte til amerikanska høvuðsstaðin Washinton D.C.

Sambært talsfólki hjá Nato er talan um eina vitjan, sum hevur verið lagt til rættis fyri langari tíð síðan, skrivar Ritzau.

Mikudagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at hann umhugsar at taka USA úr verjusamgonguni.

Hini londini hava ikki í nóg stóran mun stuðlað USA í krígnum í Iran, segi Trump.

Trump hevur m.a. funnist at Fraklandi og Stórabretlandi, sum hann sigur vera sera vánalig sameind í Nato.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump finst at Nato.

Undir fyrra forsetaskeiði sínum fanst hann at øðrum Nato-londum fyri ikki at seta nóg nógva fígging av til verju og í staðin gera sær dælt av samstarvinum við USA. Síðan hava londini hækkað um verjuútreiðslurnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder