Í Stavanger í Noregi hara tey í logri tíð arbeitt við at sleppa undan dálking frá nógvu stóru skipunum, sum vitja býin.
Stavanger er – umframt at vera miðdepul í norsku oljuvinnuni – eisini ein nógv vitjað havn hjá stórum ferðafólkaskipum, og havnin hevur í eina tíð arbeitt við at kunna bera so í bandi at hesi skip kunnu fáa streym úr landi, tá tey liggja við bryggju í býnum, ístaðnum fyri at hava motorarnar ígongd, og harvið dálka bæði við ljóði og kolsúrnisútláti.
Men tað varð føroyska frálandaskipið Saeborg hjá Skansi Offshore, sum varð fyrsta skip at royna nýggju skipanina.
Tað hendi leygardagin tá manningin í maskinuni dróg káplar í land og setti til nýggju ravmagnsskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald