Trygd hátíðarhelt í gjár Salomon Johansen, sum í samfull 50 ár hevur starvast í Trygd og BankNordik-samtakinum
Síðani Salomon byrjaði sína starvsleið hjá Trygd á sumri í 1969 hevur hann verið ein hollur stuðul hjá starvsfelagum í øllum samtakinum, skrivar felagið á heimasíðuni.
Fleiri røður vórðu hildnar á hátíðarligari samkomu í gjár, har bæði stjórar og starvsfelagar lýstu, hvussu Salomon gjøgnum hálva øld á ymsan hátt hevur verið ein sera týðandi, dugnaligur og hjálpsamur starvsfelagi.
- Tað skerst ikki burtur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning og stórt virði fyri okkara arbeiðspláss at eiga slík trúføst og eldhugað starvsfólk. Tí fegnast vit eisini um at kunna heiðra Salomon við serstøku viðurkenningini Den Kongelige Belønningsmedalje, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu, segði Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald