Innanlands

Salta skinkur til floksmannadagar

Um hálvtannað ár vera hesar turrar og búnar til borðreiðing

2023-11-13 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag vórðu 16 stór svínstjógv saltað løgd til saltingar í Klaksvík. Talan eru um skinkur á umleið 11 kilo, sum eru komnar úr Danmark.

Tá skinkurnar eru væl og virðiliga saltaðar, væntandi millum jól og nýggjár, verða tær hongdar upp í elligamla hjallinum niðri á bakkanum í Hattarvík, har samkoma verður.

Saltaðu skinkurnar verða so hangandi í brimi og sjóroki líka til Flokksmannadagin, í juli 2025 – um hálvtannað ár! – tá tær verða á matskránni fyri fyrstu ferð. Uppistovugarður í Hattarvík skipar fyri floksmannadøgum á hvørjum ári við mati, undirhaldi og øðrum upplivingum. Spennandi gastronomiskt slow food átak á útoyggj. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder