2020-04-29 07:28
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna.
Hetta upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í gjár vórðu 121 kanningar gjørdar - eingin var positiv. 6851 kanningar eru nú gjørdar samanlagt.
Í løtuni eru 181 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald