2023-09-12 08:15
Eitt ferðsluóhapp var á landsvegnum norðanfyri Havnina seinnapartin í gjár, tá tveir bilar rendu saman á vegamótinum til ídnaðarøkið á Sandvíkarhjalla.
Ein bilur, sum skuldi snara til høgru sá ikki mótkoyrandi bilin, sum kom eftir landsvegnum suðureftir móti Havnini. Stórur skaði kom á bilarnar, og bilførararnir vórðu fluttir á landssjúkrahúsið til kanningar.
Men sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni, eru tey ikki vitandi um fólkaskaða av týdningi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald