- Eg havi ásett ein framløgufund í morgin. So er tað klárt tá, so kemur tað tá: Í øllum førum havi eg fingið at vita frá forfólkunum í hesum báðum nevndunum (Fíggarnevndini og Trivnaðarnevndini, red.) at málini væntast at vera klár at leggja fram. Nú tá eg havi tosað við teg, so fari eg líka at kanna, um tað enn er so.
Soleiðis segði Bjørt Samuelsen við FM1 og Portalin, beint eftir tingfundin í gjár. Tá hevði tingforkvinnan gjørt av, at áseta ein nýggjan tingfund til fríggjadagin 20. februar klokkan 11. Tað vil siga í dag. Hetta ístaðin fyri at sita og bíða til út á kvøldið eftir, at øll álitini um Suðuroyartunnilin og hækkanina av pensjónsaldrinum vóru liðug.
Hoyr Bjørt Samuelsen her: - Málini um Suðuroyartunnilin og pensjónsaldurin væntandi løgd fram fríggjadagin
Les eisini: Suðuroyartunnilin og pensjónsmálið: Spenningurin er útsettur til í morgin
Spurningurin er so, hvat Bjørt Samuelsen fekk at vita eftir samrøðuna, og um fundurin í dag eisini varð ásettur fyri at keypa meira tíð.
Sum Kringvarpið kundi fortelja seinnapartin í gjár, so varð bíðað eftir álitinum hjá samgonguliminum um pensjónsmálið. Trivnaðarnevndin eigur málið, og har er meirilutin andstøðufólk - sum eru ímóti málinum. Minnilutin skal gera sítt, men hóast ætlanin var at fáa tað liðugt, áðrenn tingfundurin í gjár var liðugur, er bíðistøðua.
- Politikkur er komin í málið, tí tað er knýtt saman við málinum um Suðuroyartunnilin, kundi Hans Jacob Thomsen, nevndarlimur úr Javnaðarflokkinum fortelja KVF. Súsanna Bertholdsen og Liljan Weihe eru hinir samgongutinlimirnir í Trivnaðarnevndini.
Sum skilst hevði landsstýrið fund í nakrar tímar tíðliga í gjárkvøldið - nakað sum ikki er púra vanligt. Og sambært okkara upplýsingum, er ivi um, hvussu stór undirtøkan er í allari samgonguni fyri pensónsmálinum.
![]()
Tingfundur ásettur um nakrar tímar - so er spurningurin, hvussu nógv verður lagt fram (Mynd: logting.fo)
Ein møguleiki er, at málið um at útbjóðing og projektering av Suðuroyartunnlinum - ið tó framvegis kann elva til stríð innanhýsis - verður lagt fram fyrst.
Men so kemur trupulleikin við, at stóru málini onkursvegna eru samantvinnaði í politisku skipanini. Og her er tað serliga Framsókn, sum av búskaparligum ávum vil tað.
Hvussu heitur er man fyri hesum í Javnaðarflokkinum? Og sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi segði við okkum í gjár: - Málini hava jú í prinsippinum einki við hvørt annað at gera sum so. Men tað eru fleiri, sum tykjast at hava knýtt hesi málini saman.
Tey komu ikki fyri í gjár, sum ætlanin annars var, og freistin var mikudagin. Í dag fáa vit sjón fyri søgn um, hvørt tað verður størri politiskt drama ella ikki. Tað er framvegis møguligt at biðja um longda freist, og hjá tingforkvinnuni at niðurleggja tingfundin, um málini ikki verða til reiðar um nakrar tímar.
Gongst tað tó eftir ætlan verða tey bæði nógv umrøddu málini løgd fram í dag og skulu síðani ganga sína gongd í næstu viku - síðani sær man, um tey halda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald