
- Eg harmist um tey, sum eru farin, og eg vóni, at tað ikki eru fleiri, sum fara úr flokkinum.
Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið á middegi, tá formaðurin í Sambandsflokkinum varð biðin um at fyrihalda seg til støðuna í flokkinum.
Tvey av valevnunum til seinasta val, sum fingu samanlagt 335 atkvøður, hava meldað seg úr flokkinum í vikuni. Talan er um Áron Sofus Vest og Edvu Jacobsen, har síðstnevnda hevur verið leingi í Sambandsflokkinum og eisini sitið á tingi.
Í morgun kom eisini eitt hvassorðað skriv frá Samhald, sum er veljarafelagið í Eysturoynni.
Sí eisini: Samhald hartar Eyðdis Hartmann Niclasen: Taka frástøðu frá fosturøkuuppskotinum
Tað er ein mótstøða ímóti tí, at eitt tingfólk í Sambandsflokkinum stendur sum uppskotsstillari til fosturtøkumálið. Bæði alment - sum víst er á í dømunum omanfyri - men eisini innanhýsis í flokkinum.
Sum Beinta Løwe, politiskur viðmerkjari, í dag vísir á í KVF, so er talan um ein samanbrest millum konservativa og liberala vongin í Sambandsflokkinum.
Bárður á Steig Nielsen hevur fyri nøkrum døgum síðani staðfest, at "eingin semja var at fáa í málinum innanhýsis". Í Sambandsflokkinum er tað frítt stilla hjá øllum at atkvøða eftir egnari sannføring í etiskum málum. Soleiðis hevur tað verið leingi - eisini í fjør atkvøddu Jóhan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclassen fyri forsturtøkuuppskotinum.
Tað er ein trupulleiki nú innanhýsis, tí at ein Sambandstinglimur stendur sum ein av uppskotsstillarunum - helst eisini tí at atkvøðurnar hjá B eftir øllum fara at tryggja, at málið fer ígjøgnum hesaferð.
Uttan at siga tað beinleiðis, staðfestir Bárður á Steig Nielsen so at siga hetta í dag. Formaður floksins er helst nakað kroystur, og fríggjadagin skal floksleiðslan hitta forfólkini í veljarafeløgunum.
- Vónandi finna vit eina loysn tá so at tey sum eru Sambandsfólk kenna seg væl og verða verandi - og at fólk eisni koma aftur. Vit skulu fyrst og fremst viðgerða tað innanhýsis tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald