
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn hava síðani seinnapartin samráðst. Flokkarnir samráðast um at skipa nýggja samgongu, og tað gongur eftir øllum at døma væl.
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og samráðingarleiðari, segði við Dag og viku í kvøld, at enn verður tosað yvirskiað um ymisk øki í samfelagnum fyri at vita hvar flokkarnir eru á hesum økjum.
- Tá hetta er liðugt, helst fyrrapartin í morgin, og um allir tríggir flokkarnir meta, at tað er grundarlag fyri at fara undir veruligar samráðingar, byrja vit í morgin, sigur Aksel V. Johannesen.
Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og tí er heldur ikki vist, at tað verður ein CBF-samgonga - Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn. Nógv bendir á tað, hóast snávingarsteinar eru á vegnum.
- Allir tríggir flokkarnir eru samdir um nøkur mál. Aðrastaðni eru smærri snávingarsteinar og á onkrum øðrum øki eru størri snávingarsteinar, segði Aksel V. Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald