Innanlands

Samgongan omaná aftur

Sambært nýggjari veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Dimmalætting, hevði núverandi samgonga havt meiriluta um val var í dag

Tey trý oddafólkini í samgonguni høvdu - sambært veljarakanning - varðveitt valdið, um val var í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tey trý oddafólkini í samgonguni høvdu - sambært veljarakanning - varðveitt valdið, um val var í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-31 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dimmalætting, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld, hevur eina veljarakanning, sum er gjørd fríggjadagin í síðstu viku.

Veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt vísir, at samgongan hevði varðveitt meirilutan. Í seinastu veljarakanning, sum spyr.fo annars gjørdi fyri Portalin, koppaði politiska vágskálin yvir til borgarligu síðuna.

Í veljarakanningini, sum Dimmalætting hevur í blaðnum, men sum In.fo hevur kunngjørt sæst, at samgongan hevði mist ein tingsess í mun til løgtingsvalið og hevði havt 17 tingfólk.

Andstøðan hevði havt 16 tingfólk.

Størsti flokkur er framvegis Javnaðarflokkurin, sum um val hevði verið í dag, hevði havt eina afturgongd upp á 1,1 prosentstig. Afturgongdin hevði kostað ein tingsess, sum Fólkaflokkurin sambært kanningini vinnur, og kemur upp á sjey tingsessir.

Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Dimmalætting, sæst á In.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder