Jákup Mikkelsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, finnur seg ikki í, at Klaksvíkar sjúkrahús skal broyta navn. Sjúkrahúsverk Føroya kunngjørdi í gjár eina navnakapping. Sóknast verður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini.
- Ein avgerandi lutur í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika. Ein samleika, ið er felags fyri øll sjúkrahúsini. Tí verður sóknast eftir nýggjum nøvnum, ið knýta hesi saman í eina savnaða heild, varð sagt í tíðindaskrivinum um navnakappingina.
Men hetta er ikki fallið í góða jørð hjá norðoyatingliminum í Fólkaflokkinum.
- Tað verða gjørd ymisk ting, sum týða á, at man ætlar at undirminerað tey smáu sjúkrahúsini, og á tann hátt at leggja alt meira á Landssjúkrahúsið. Tað er nakað vit ikki góðtaka, segði Jákup Mikkelsen við útvarpið í gjárkvøldið.
Jákup Mikkelsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Sambært honum, er man í gongd við at miðsavna alt sjúkrahúsverkið í Havn.
- Man er byrjaður at seta fólk í starv í tí, man kallar fyri Sjúkrahúsverk Føroya, og um tað heldur áfram, so er eingin settur í starv í Suðuroynni, og eingin í Klaksvík, og so veit man hvar grundarlagið er fyri at fara víðari við hesum málinum, segði Jákup Mikkelsen.
Hann fer nú at taka málið upp á politiskt støði, og biðja um ein fund við Kaj Leo Holm Johannesen um málið, tí sum hann málber seg: - Vit hava ikki hug til at spæla við í einari ætlan, har man fer at niðraga tey smáu sjúkrahúsini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald