Tá álit tann 19. juni kom úr vinnunevndini um uppskoti at geva landsstýrismanninum heimild at stongja matstovur og skeinkistøð, var Christian Andreasen einsamallur í minnilutanum.
Men nú málið varð sent aftur í nevnd, og nýtt álit er skrivað, hevur Christian Andreasen fingið hini samgonguumboðini í vinnunevndini við sær.
Minnilutin sum umframt Christian Andreasen eisini telur Johan Dahl og Beinir Johannesen tekur undir við málinum at geva landsstýrismanninum heimildina, men kemur við broytingar uppskoti um at avmarka heimildina í tíð.
Skotið verður upp at heimildin fer úr gildi tann 31. august tá hjálparpakkarnir fara úr gildi og ikki 31. mars 2021, sum annars stendur í uppruna uppskotinum.
- Um tað verður neyðugt við fleiri heimildum, eigur landsstýrismaðurin at fáa sær røttu heimildarnar til vegar, soleiðis at heimildin ikki bert umfatar útskeinkingarstøð ella matarstøð. Heimildin eigur at vera meira generell, og geva heimild at taka neyðug stig, har nógv fólk savnast, eitt nú til fótbóltsdystir, skrúðgongur og annars størri fólkamongdir, skrivar minnilutin í álitinum.
- Tað er ikki nøktandi, at spurningurin um lógarheimildina hjá landsstýrinum er ógreiður, og henda spurning eigur landsstýrismaðurin at fáa greiðu á, áðrenn møguligt nýtt uppskot um slíka heimild aftur verður lagt fyri Løgtingið, sigur minnilutin.
Broytingaruppskotið hevur við sær, at tekur landsstýrismaðurin avgerð um, at afturlatingartíðin skal avmarkast til áðrenn kl. 02.00, so hava viðkomandi fyritøkur rætt til stuðul sambært teimum reglum, sum Løgtingið hevur samtykt viðvíkjandi stuðli til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19.
Tað er nærum ógjørligt at meta um fíggjarligu avleiðingarvar av uppskotinum, men mett verður ikki, at talan er um stórar upphæddir, verður sagt.
Meirilutin í nevndini sum eru Bjørt Samuelsen, Henrik Old, Bjarni Hammer og Bjarni Kárason Petersen, øll úr andstøðuni, tekur ikki undir við uppskotinum.
Onnur viðgerð verður á tingfundinum í morgin klokkan hálvgun tíggju, og verður málið samtykt, verður triðja viðgerð eisini avgreidd í morgin, tí samtykt er at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald