Innanlands

Samhaldsfasti hækkar útgjaldið 255 krónur um mánaðin

Næsta ár verður mánaðarliga gjaldið 6.325 krónur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-27 16:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin – stytt AMEG – hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 255 krónum um mánaðin frá 1. januar komandi.

Tað svarar til eina hækking á 4,2 prosent soleiðis, at eftirlønin fer frá 6.070 krónum um mánaðin í ár til 6.325 krónur um mánaðin í 2024. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 75.900 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2024.

Tá grunnurin varð settur á stovn fyrst í nítiárunum, kallaðist hann Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, á mannamunni bara Samhaldsfasti. Nú verður styttingin AMEG meira brúkt.

Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir. Í nevndini fyri grunnin sita Malan Johansen, forkvinna, Kristoffur Laksá, umboðandi arbeiðsgevararnar, og Georg F. Hansen, umboðandi arbeiðstakararnar.

Í 2022 vóru útgoldnar 648 milliónir krónur í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2023 er mett til umleið 675 milliónir og til 740 milliónir krónur í 2024.

Tá grunnurin byrjaði vóru mánaðarligu útgjaldingarnar 500 krónur. Síðan er útgjaldið hækka stútt, meira og minni á hvørjum ári til nú 6.070 og komandi ár 6.325 krónur um mánaðin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder