Innanlands

Samherji og Gullak Madsen nú stóreigarar í BankNordik

Framherji og Lind Invest hava selt sínar ognarlutir í børsskrásetta bankanum

2023-07-04 08:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórt tal av partabrøvum í Bank Nordik hava skift eigara hesa seinastu tíðina framgongur av fráboðanum frá børsskrásetta føroyska bankanum.

Bankin boðaði í gjár keypsskálunum frá, at Spf. Framherji í Fuglafirði, sum herfyri framdi eitt ættarliðsskifti, pr. 29. juni ikki longur eigur partabrøv í bankanum. Samstundis er ein fráboðan um, at tey 5,07 prosentini av bankanum eru yvirtikin av íslendska íløgufelagnum Kaldbakur ehf. í Akureyri nú eigur tey 486.955 partabrøvini, svarandi til 5,07 prosent av partabrøvunum í Bank Nordik.

Kaldbakur ehf. er dótturfelag hjá stóra íslendska reiðarínum, Samherja, ið júst hevur selt sín ognarpart í Spf. Framherja. Nevndarformaður í Kaldbaki ehf. er Þorsteinn Már Baldvinsson.

Samstundis boðaði bankin frá, at danska íløgufelagið Lind Invest Aps. í Aarhus pr. 30. juni ikki longur er millum stóreigararnar í Bank Nordik.

Samstundis varð boðað frá, at felagið Ruth Holding Aps. í Hirtshals, nú eigur 1.022.390 partabrøv í bankanum, svarandi til 10,65 prosent av øllum partabrøvunum. Hetta er sami ognarlutur, sum Lind Invest átti.

Stjóri, stovnari og eigari í Ruth Holding ApS. er kvívíkingurin Gullak Madsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder