Innanlands

Sami persónur smittaður við korona fyri aðru ferð

33 ára gamal maður úr Hong Kong tann fyrsti, ið hevur fingið smittuna tvær ferðir

Gerandismynd úr Hongkong (Savnsmynd: EPA)

Gerandismynd úr Hongkong (Savnsmynd: EPA)

2020-08-24 16:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Granskarar í Hongkong hava fyri fyrstu ferð staðfest, at ein persónur er smittaður við koronavirus fyri aðru ferð.

Tað er eftir øllum at døma fyrstu ferð, at tað er váttað, at eitt fólk er smittað við virusinum tvær ferðir.

Tað skrivar New York Times

- Ein persónur, ungur og raskur, hevur fingið staðfest covid-19 enn einaferð. Hetta hendi hálvan fimta mánað eftir at viðkomandi var smittaður fyrstu ferð, verður sagt í frágreiðingini hjá granskarunum á University of Hongkong.

Talan er um ein 33 ára gamlan mann. Hann varð í apríl skrivaður út av einum sjúkrahúsi í Hongkong eftir at hava havt koronasmittuna.

Eftir at vera heimkomin av einum túri í Spania varð hann staðfestur enn eina ferð at hava fingið smittuna.

- Okkara úrslit prógva, at smittan aðru ferð skyldast eitt nýtt virus, sum hann nýliga hevur fingið, sigur Kelvin Kai-Wang To, mikrobiologur á University of Hongkong.

Sambært New York Times vekir tað undran og ekka – ikki minst tí hetta setir spurnartekn við, um tað nyttar at koppseta móti virusinum. Blaðið skrivar, at hesin tilburðurin sigur okkum, at órinið vegna andevni hjá nøkrum fólkum ikki varir meira enn nakrar mánaðir, meðan tað hjá øðrum fólkum varðir longur.

Søren Riis Paludan, professari í virusfrøði – virologi – á Arhuus universiteti sigur, sambært Ritzau, at her er talan um serligt tilfelli.

- Vit hoyra eisini um fólk, sum fáa skaldkoppar tvær ferðir, sigur hann.

Hann undrast ikki. Sigur, at vit enn ikki hava fingið svar uppá, hvussu væl ella hvussu leingi ein er vardur móti koronavirus, um ein hevur havt smittuna eina ferð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder