Uttanlands

Samkyndur unglingi á odda hjá demokratunum

38 ára gamli Pete Buttigieg kundi verið sonur kappingarneytar sínar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-07 18:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú endaliga staðfest, at Pete Buttigieg tryggjaði sær valsigurin í statinum Iowa við 0,1 prosentstigi fleiri atkvøður enn Bernie Sanders.

- Hetta eru fantastisk tíðindi, segði Buttigieg við CNN eftir at tíðindini í dag bórust, og takkaði samstundis Bernie Sanders fyri eitt gott valstríð.

Undanvalið í Iowa fór fram mánadagin, men uppteljingin varð nógv seinkað orsaka av tekniskum trupulleikum við eini app.

Framvegis ivi um úrslitið
Tað eru ikki enn allir miðlar í USA, sum hava kunngjørt Buttigieg sum vinnars, júst tí kappingin millum hann og Sanders var so jøvn. New York Times hevur staðfest, at valið endaði javnt teirra millum.

Ivi hevur eisini stungið seg upp, hvussu demokratarnir hava talt atkvøðurnar upp, og leiðandi demokratar hava eisini ført fram, at ein nýggj umteljing eigur at fara fram.

Bernie Sanders sigur tó við CNN, at hann ikki ætlar at krevja eina umteljing í Iowa.

- Vit hava fingið nóg mikið av Iowa. Nú er tað New Hampshire, ið stendur fyri skotum, sigur hann ov sipar til, at tað er har næsta undanvalið verður.

Buttigieg og Sanders fingu ávikavist 26,2 og 26,1 prosent av atkvøðunum í Iowa. Elizabeth Warren fekk 18 og Joe Biden 15,8 – ein óvæntaður ósigur fyri fyrrverandi varaforsetan.

Ungur og samkyndur
Pete Buttigieg er 38 ára gamal, og hann kann gerast tann fyrsti samkyndi forsetin í USA.

Til fyri stuttum var hann borgarstjóri í lítla býnum South Bend í Indiana. Góð 100.000 fólk búgva í South Bend og tá valstríðið fór í gongd, vóru tað næstan bert fólkini í hansara egna býi, sum sugdu at frembera navn hansara.

Hann er sostatt bert hálvt so gamal sum kappingarneytarnir Sanders og Biden. Og at hann er samkyndur hevur óivað við sær, at nógvir veljarar í USA ikki vilja vita av honum í forsetastríðnum.

Kortini hevur hann ætlanir um at gerast forseti.

Professarasonur
Foreldrini hjá honum vóru bæði professarar í Notre Dame University í heimbýnum South Bend. Pápin Joseph Buttigieg, kemur av Malta, meðan mamman, Jennifer Anne Montgomery er úr Indiana.

Pete kláraði seg væl í skúlanum, og varð løntur við einum stipendium til Harvard, og har byrjaði hansara politiski áhugi.

Hann fór víðari til Oxford University, har hann í 2006 gjørdist bachelor í heimspeki, politikki og búskapi.

Í 2007 arbeiddi Pete Buttigieg sjálvboðin í valstríðnum fyri Barack Obama samstundis sum hann arbeiddi fyri ráðgevingarfyritøkuna McKinsey & Company í Chicago, ið er kend fyri at ráðgeva heimsins mest valdsmiklu fyritøkur og stjórnir.

Júst hetta hava mótstøðufólk brúkt móti honum í valstríðnum. McKinsey & Company er sett í samband statsligar fyritøkur í bæði Russlandi og Kina.

Eftir trýsti hevur Buttigieg síðan almannakunngjørt ein lista yvir teir kundar, sum hann arbeiddi fyri í ráðgevarafyritøkuni.

Borgarstjóri í heimbýnum
25 ára gamal flutti Pete Buttigieg í 2007 aftur til heimbýin South Bend, og hann valdi – mótsatt nógvum øðrum Harvard-lesandi – at melda seg til tænastu í herflotanum. Samstundis gjørdist hann meira virkin í lokalpolitikki í Indiana, og í 2010 var hann valevni hjá demokratunum, tá nýggjur fíggjarmálaráðharri skuldi veljast fyri statin á eini fólkaatkvøðu.

Hann tapti, men tvey ár seinni fekk hann endurreisn, tá hann varð valdur til borgarstjóra í South Bend við stórum meiriluta.

Hann fekk 74 prosent av atkvøðunum og gjørdist yngsti borgastjóri nakrantíð í einum amerikanskum býi við yvir 100.000 íbúgvum.

Tá valskeiðið var hálvrunnið varð Buttigieg í februar 2014 sendur til Afganistan at gera tænastu. Ein partur av uppgávuni var at koyra rund í sundurbumbaða Kabul og ansa eftir.

Á vandafullum ferðum fór hann at hugsa um lívið og sín egna samleika sum samkyndur. Hann hevði ikki sagt nógvum um sín kynsliga samleika, tí hann bar ótta fyri, at tað fór at oyðileggja politisku ætlanir hansara.

Í 2015 leyp hann so úr skápinum – tað hendi í eini klummu í blaðnum South Bend Tribune samstundis sum hann stríddist fyri at verða afturvaldur sum borgarstjóri.

Hann fekk stuðul frá veljarunum og varð afturvaldur við 80 prosentum.

í 2018 giftist hann við Chasten Glezman, sum hann hitti gjøgnum eina dating-app í 2015. Eftir at Pete kunngjørdi sína ætlan at gerast forseti, hevur Chasten Buttigieg sagt seg úr starvinum sum miðnámsskúlalærari fyri at stuðla manninum í valstríðnum.

Millum aðalmálini hjá Pete Buttigieg er rætturin hjá kvinnum til fosturtøku, stríðið móti veðurlagsbroytingunum og avtøku av deyðadómum.

Hann vil hava, at søla av marihuana verður tryggjað, skipað og lóglig og so er hann eisini fyri, at vápnalógin verður herd, soleiðis at øll, ið keypa handvápn, skulu trygdarkannast.

Seinastu tríggjar mánaðirnar í 2019 eydnaðist tað Buttigieg at savna inn 166 milliónir krónur til valstríð sítt.

Kelda: tv2.dk

placeholder
placeholder