Innanlands

Samlegu við 14 ára gamlari gentu: Sjey mánaðar fongsul

Føroya rættur dømdi í gjár ein mann fyrst í 30'unum fyri at hava havt samlegu við 14 ára gamla gentu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-06 19:20 Author image
Sverri Egholm

Ein maður fyrst í 30'unum var í Føroya rætti varð í gjár funnin sekur í fleiri ferðir at hava havt samlegu við eina gentu, ið tá var 14 ár, umframt at hava havt barnapornografiskt tilfar um hendi.

Hetta veit fm1.fo.

Tríggjar ákærur vóru ímóti manninum, men hann varð dømdur sekur í tveimum teirra.

Dómurin var sjey mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Enn er ikki greitt, um dómurin verður kærdur, sigur FM1.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald