Innanlands

Samleikin og Vangin vorðin partur av gerandisdegnum

Í dag – 27. oktober – eru fimm ár liðin síðan Samleikin og Vangin vórðu alment tikin í nýtslu

2025-10-27 17:17 Author image
Innsent
placeholder


Fimm ár eru liðin, síðani Samleikin og Vangin vórðu alment tikin í nýtslu. 27. oktober 2020 gjørdist byrjanin upp á eitt tíðarskeið, har føroyingar kunnu avgreiða stóran part av sínum ørindum trygt, lætt og tá ið tað hóskar teimum best.

Saman við stovnum, kommunum og vinnuni eru stór framstig gjørd hesi fimm árini. Vit kunnu bíleggja heilivág, so hann er klárur at heinta á apotekinum. Flyta bústað uttan at møta upp hjá kommununi. Vit kunnu søkja inn á miðnám ella á Setrið og síðani um studning – alt á sama stað. Skal bilurin seljast, kann eigaraskifti gerast á Vanganum, og við talgildari undirskrift er alt avgreitt beinanvegin – uttan at skriva skjøl út og skanna inn aftur. Avgreiðslur, ið fyrr kundu taka upp til fleiri vikur, verða nú avgreiddar upp á fáar minuttir.

Saman um at talgilda Føroyar

Kommunurnar eru stórur partur av drívmegini. Tær hava í felag ment loysnir, sum gera tað lættari og tryggari at virka í einum lítlum, men framkomnum landi. Soleiðis fáa vit øll somul góða tænastu, við trygd og brúkaravinsemi uttan mun til, hvar í landinum vit búgva.

Vit fegnast um, at føroyingar hava tikið loysnirnar væl til sín. Nærum 50.000 fólk hava nú fingið sær Samleikan, og brúka hann dagliga til at avgreiða viðurskifti á Vanganum, í netbankum og til alskyns aðrar tænastur. Norðurlendsk gransking hevur staðfest, at ein av orsøkunum til ta góðu móttøku sum Samleikin hevur fingið er, at hann  er mentur til føroyskan tørv og viðurskifti.

Talgildingin heldur fram

Talgilda ferðin heldur fram. Talgildu Føroyar eru farnar undir næsta stig sambært heildarætlanini Talgildu Føroyar 2.0, sum Løgtingið samtykti í summar.

Her hevur vitlíki ein týðandi leiklut, sum eitt amboð, sum skal hjálpa okkum at brúka okkara tíð, dátur og orku skynsamari.

  • Samleikin er talgild undirskrift og innritan
  • Vangin savnar tænastur hjá kommunum og stovnum á einum stað
  • Skjáttan er talgilt koyrikort og borgarakort. Skjótt verða enn fleiri kort at finna í appini.
  • Arbeitt verður við at kunna gera videoviðtalur á Vanganum, so fólk t.d. kunnu hava læknaviðtalu við hús.

Arbeitt verður við at kunna brúka Samleikan at rita inn á talgildar tænastur í Danmark og seinni øðrum norðurlondum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder