Innanlands

Samráðast aftur um løn undir útbúgving

Partarnir halda áfram at samráðast um, hvørja løn lesandi á Heilsuskúlanum við útbúgvingarsáttmála skulu hava

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-20 18:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Pedagogfelag, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hinumegin hava nú tikið upp aftur samráðingarnar um løn undir útbúgving fyri næmingar, sum lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðiligan hjálpara á skúladeplinum í Hovi.

Ósemja er um hvat lønin skal vera, og tí er nýtt skúlaár nú byrjað uttan at greiði er fingin í henda spurningin.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í dag sent út tíðindaskriv, har tey greiða frá teirra fatan av støðuni.

Har verður m.a. sagt:

“Arbeiðsgevararnir hava lagt seg eftir, at lønin skal liggja á einum støði, so sum avvarðandi myndugleikar arbeiddu út frá, tá lógaruppskotið varð ávegis – ein upphædd, ið mestsum er ein trífalding av upphæddini, ið næmingarnar fáa í dag. Arbeiðsgevararnir hava tí lagt seg á eitt lønarlag, sum er rímiligt í mun til, at talan er um eitt slag av lærlingaskipan.

Í dag hava partarnir í samráðingunum ... aftur umrøtt setanar- og lønarviðurskiftini hjá lesandi á Heilsuskúlanum, sum fara at gera útbúgvingarsáttmála við ein almennan/kommunalan arbeiðsgevara; tó uttan at samráðingarnar bóru á mál.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið harmast um støðuna og vóna, at partarnir skjótt finna semju um setanar- og lønarviðurskiftini hjá nevndu næmingum við útbúgvingarsáttmála. 

Ein semja um lønina hjá lesandi við útbúgvingarsáttmála fer undir øllum umstøðum at betra munandi um fíggjarliga rásarúmið hjá teimum lesandi.”

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder