
Tað hevur gingið heldur striltið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at fáa nýggjan sáttmála. Tann gamli sáttmálin gekk út á nýggjárinum, og eftir at samráðingarnar millum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum ikki gingu nóg væl, varð boð eftir Semingsstovninum
Hetta var fyri trimum vikum síðani, 24.august. Byrjað varð av álvara aftur týsdagin 12. september, tá partarnir samráddust í umleið tíggju tímar
Í gjár sótu partarnir við borðið í tólv tímar tímar - frá níggju til níggju - sambært Kringvarpinum.
Hvussu nógv alt hetta hevur flutt, er einki komið út um, men við so nógvum tímum og framhaldandi samráðingum í dag, eru rímilig sannlíkindi fyri, at okkurt fer at spyrjast burturúr.
Kringvarpið skrivar, at samráðingarfólkini hjá Lønardeildini, sjúkrarøktarfrøðingarnar og Semingsstovnurin hittust aftur í dag klokkan 10. Partarnir eru enn savnaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald