Uttanlands

Samráðingar byrja mánadagin

Allir flokkar - umframt grønlendsku og føroysku fólkatingsumboðini - eru bodnir við, sigur nýggi samráðingarleiðarin, Troels Lund Poulsen

Troels Lund Poulsen varð í gjár útnevndur til samráðingarleiðari (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

Troels Lund Poulsen varð í gjár útnevndur til samráðingarleiðari (Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

2026-05-09 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra er nú samráðingarleiðari, og samráðingar byrja mánamorgunin, boðar hann frá á Facebook.

– Allir flokkar á fólkatingi og norðuratlantisku fólkatingslimirnir verða bodnir við.

Vinstra-formaðurin sigur, at floksfelagar hansara eru "væl fyrireikaðir til uppgávuna, og eru teir sjálvandi farnir í arbeiðsklæðini um vikuskiftið".

Les eisini: – Ynski Troels alt tað besta

Troels Lund Poulsen nevnir m.a., at íløgur skulu gerast í børn, heilsu og eldri, umframt at tað skal verða bíligari at vera dani. Eisini skal Danmark hava ein strangan útlendingapolitik, tryggja reint drekkivatn, bøta um djóravælferðina og gera íløgur í verju.

Hann nevnir einki um, at hann ætlar sær at gerast næsti forsætisráðharri í Danmark, ella hvørjir flokkar hann møguliga kann skipa stjórn saman við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder