Uttanlands

Samráðingar við Iran, Ukraina og Russland týsdagin

Í komandi viku luttaka umboð fyri USA í tveimum samráðingum í Sveis um ávikavist Ukraina og Iran

Serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff (Mynd: EPA)

Serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff (Mynd: EPA)

2026-02-14 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin skulu umboð fyri USA luttaka í tveimum samráðingum um ávikavist Ukraina og Iran.

Báðar samráðingarnar verða í Genève í Sveis, siga ónevnda rkeldur við tíðindastovuna Reuters.

Í amerikonsku sendinevndini eru m.a. Steve Witkoff, serligt amerikanskt sendifólk, og Jared Kushner, versonur amerikanska forsetan, Donald Trump. Teir hitta umboð fyri Iran fyrrapartin og luttaka seinnapartin í trípartasamráðingum við umboðum úr Ukraina og Russlandi.

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur eisini, sambært russiskum miðlum, at Russland fer at luttaka í samráðingum í Sveis týsdagin og mikudagin.

Tvey samráðingarumfør hava verið í Abu Dhabi, tó uttan nakað gjøgnumbrot.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði herfyri, at Ukraina og Russland hava fingið freist til í juni at fáa ein enda á krígnum. Keldur siga, sambært Ritzau, at USa hevur lagt trýst á partarnar hesumviðvíkjandi fyri at sleppa undan, at kríggið fer at skugga fyri komandi miðskeiðsvalið, sum verður í USA 3. november. Tá skulu m.a. umboð veljast til Kongressina.

Fríggjadagin 6. februar vóru Witkoff og Kushner í Oman fyri at luttaka í samráðingum við Iran um eina kjarnorkuavtalu, og amerikanski forsetin, Donald Trump hevur síðani sagt, at iranar tyktust sera áhugaðir í at gera eina avtalu við USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder