Samráðingarnar byrja aftur klokkan níggju

Tað letur til at ganga væl at skipa nýggja landsstýrissamgongu. Arbeiðið er býtt í sjey ymiskar bólkar, og Aksel V. Johannesen sigur seg skilja, at tað gongur fram á í øllum bólkunum. Tey góvust um átta tíðina í gjárkvøldið og byrja aftur í morgun um níggjutíðina

Tá tey byrjaðu, sótu tey øll í einum fundarhøli og tosaðu yvirskipað. Eftir døgurða varð farið í bólkar at arbeiða við ymiskum pørtum av einum møguligum samgonguskjali (Mynd: Sverri Egholm)

Tá tey byrjaðu, sótu tey øll í einum fundarhøli og tosaðu yvirskipað. Eftir døgurða varð farið í bólkar at arbeiða við ymiskum pørtum av einum møguligum samgonguskjali (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-15 06:50 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Fyrst varð roynt at skipa samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn. Í fyrstuni var Aksel V. Johannesen varin at brúka orðið samráðingar, men so segði hann, at tað vóru yvirskipaðar samráðingar.

Grundgevingin var, at hann vildi viðgera tær stóru ósemjurnar fyrst, so mann visti, um tað yvirhøvur kundi bera á mál. Týskvøldið helt mann, at tað bar ikki á mál, og samráðingarnar vóru slitnaðar.

Gjáramorgunin klokkan 9 varð byrjað við eini øðrvísi samanseting av flokkum. Nú skuldu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn royna at skipa samgongu. Áðrenn døgurða sótu flokkarnir á fundi í einum fundarhøli, trý fólk úr hvørjum fundi.

Aftan á døgurða vóru greið tekin um, at okkurt var broytt. Heilar tingmanningar við varafólki, í onkrum føri rættiliga langt niður á listanum, vóru við á fundi í ymsum fundarhølum í løgtingshúsinum.

Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, segði við Kringvarpið og Portalin, at tilsamans sjey bólkar vórðu skipaðir, sum arbeiddu upp á ymsar partar av einum møguligum samgonguskjali. Tað hevur ikki borið til at fáa ein úttømandi lista av arbeiðsbólkum, og hvørjum teir arbeiða við. Men sambært Aksel eru bólkarnir sjey í tali, og málsøkini, sum hava verið nevnd eru almannamál, heilsumál, arbeiðsmaknaðarmál, umhvørvi og orka, mentan, vinna og samferðsla meðan nøkur meiri grundleggjandi ella meiri avbjóðandi mál hava ligið verið viðgjørd av forfólkunum.

Gott lag var á fólki í løgtinginum í gjár, sjálvt um eingin vildi siga nakað. Øll vístu til Aksel. Og sambært honum gekk væl at koma ígjøgnum tey ætlaðu evnini. Nakað av tí, sum er avtalað, er fyribils. Sum samráðingarleiðin sigur, so skal fíggjarligt skil vera á, og tí ynskir mann at gera útrokningar um, hvørjar avleiðingar eru, bæði nú og í longdini.

Í gjárkvøldið var avtalan at sita, til komið varð ígjøgnum øll punktini. Gitt var, at tað kundi vera so leingi sum klokkan níggju, men arbeiðið varð longu niðurlagt umleið klokkan átta. Málið er at avgreiða so nógv sum gjørligt, áðrenn fólk fara í vikuskifti, so mann veit, um tað fer at røkka ella støkka.

--

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen við Portalin um 18 tíðina í gjárkvøldið:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder