Løgtingsvalið var fyri júst einum mánaða síðani, og 9. apríl varð samgonguskjalið hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum lagt fram.
Tveir dagar undan løgtingsvalinum var fólkatingsvalinum. Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg komu syngjandi inn sum føroysku fólkatingsumboðunum, men eins greitt hevur tað ikki verið, hvussu nýggja stjórnin í Danmark fer at síggja út.
Tað er tað heldur ikki, nú 35 dagar eftir valið.
Danska TV2 skrivar, at samráðingarnar í dag fara frammum torgreiddu samráðingaranar í 1975 sum kravdu fýra forfólkaumfar (kongelig undersøger).
Harvið eru núverandi stjórnarsamráðingar, sum framvegis ikki eru realitetssamráðingar, nú næsthægst á listanum yvir longstu samráðingar í Danmark.
Tær einastu, sum hava verið longri: Tað vóru tær seinastu, sum eftir 44 dagar (1. november til 15. desember 2022) endaðu við SVM-stjórnini.
At Sosialdemokratarnir, við Mette Frederiksen á odda, kunnu enda í stjórn aftur við Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne er ikki ósannlíkt.
Socialdemokratiet, SF, Moderaterne og Radikale Venstre fara møguliga í realitetssamráðingar skjótt
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald