Innanlands

Samráðingarnar tiknar upp aftur í morgun

Klokkan 9 møttust forfólkini aftur við borðið í løgtinginum, har samgongusamráðingarnar fara fram

Aksel V. Johannesen kemur til samráðingarnar í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen kemur til samráðingarnar í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-16 09:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn byrjaðu aftur klokkan 9 í morgun. Hetta er triði dagurin at samráðst verður.

Hildið var á til seint í gjárkvøldið, og helst verður eisini seint í dag.

Málið hevur verið, at Aksel V. Johannesen, smaráðingarleiðari, í dag kann siga meiri um, um hesar samráðingarnar bera á mál, og tað fer at bera til at skipa landsstýrissamgongu.

Vit fylgja samráðingunum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder