Innanlands

Samrøðubólkur fyri makar hjá monnum við prostatakrabba

Í Mai skipar Krabbameinsfelagið fyri samrøðubólki fyri makar hjá monnum sum hava ella sum hava havt prostatakrabba

Mynd: Krabbameinsfelagið

Mynd: Krabbameinsfelagið

2019-04-16 23:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka hava orkuna til at hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.

Vit vita, at stuðul frá makanum hevur alstóran týdning fyri tann, ið er sjúkur, og at tað eru nógvar avbjóðingar og krøv til makan. Tí boðar Krabbameinsfelagið í dag frá, at tey fara at bjóða makum at monnum við prostatakrabba at koma í  ein samrøðubólk.

Í samrøðubólkinum kann ein fáa góð ráð ella bara fáa sett orð á hvussu ørkymlandi tað kann verða at vera maki. Ein fær eitt frírúm til at tosa við onnur, ið vita hvat mann tosar um. At tosa um evni, sum ofta eru tabu at tosa um, undir tryggum umstøðum og í trúnaði.

Bólkurin hittist hósdagin 2. mai klokkan 19 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum.

Um ein hevur hug at luttaka ella hevur spurningar viðvíkjandi tilboðunum hjá Krabbameinsfelagnum, ber til at seta seg í samband við Krabbameinsfelagið antin umvegis teldupost ella telefon.

Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 1. mai. klokkan 12.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder