Innanlands

Samstarv styrkir endurmenning á Skálagarði

Fysio- og ergoterapeutar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi fara dagliga at arbeiða á bú-, umlættingar- og endurmenningardeplinum í Klaksvík

Endamálið við samstarvinum er at tryggja eina rehabiliterandi tilgongd, ið er tilpassað til hvørt einstakt búfólk

Endamálið við samstarvinum er at tryggja eina rehabiliterandi tilgongd, ið er tilpassað til hvørt einstakt búfólk

2025-09-03 16:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Almannaverkið og Klaksvíkar Sjúkrahús hava gjørt samstarvsavtalu um terapeutiskar tænastur.

Avtalan merkir, at fysio- og ergoterapeutar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi arbeiða dagliga á bú-, umlættingar- og endurmenningardeplinum Skálagarði í Klaksvík. Harvið fáa búfólkini á Skálagarði eina støðuga og skipaða atgongd til bæði fysioterapi og ergoterapi.

Endamálið við samstarvinum er at tryggja eina rehabiliterandi tilgongd, ið er tilpassað til hvørt einstakt búfólk. Bæði Almannaverkið og Klaksvíkar Sjúkrahús fegnast um hetta samstarv tvørtur um geirar, sum styrkir dygdina og skapar størri heild í tænastunum til búfólkini.

Skálagarður í Klaksvík er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil fyri fólk við seinheilaskaða, í aldrinum 18–67 ár. Endamálið er at endurmenna mistar førleikar
og varðveita lívsgóðsku og sjálvbjargni, so tann einstaki kann liva eitt virðiligt lív.

Klaksvíkar Sjúkrahús
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder