Granskingarráðið: Rannís, íslendska skrivstovan fyri stuðulsskipanir, og Granskingarráðið hava skrivað undir samstarvsavtalu.
Stovnarnir báðir lata stuðul til gransking og ráðgeva myndugleikar á økinum. Teir hava ein týðandi leiklut í at fremja samstarv um gransking og nýskapan landanna millum. Endamálið við samstarvsavtaluni er at seta út í kortið, hvussu partarnir saman kunnu røkka felags málum.
Seinastu árini er samstarvið millum Ísland og Føroyar økt munandi á fleiri økjum, eisini tá tað snýr seg um gransking og nýskapan. Ísland og Føroyar hava fleiri felags áhugamál, sum fevna um millum annað fiskivinnu, veðurlag, umhvørvi, heilsu, mentan, ferðavinnu og mál, ið viðvíkja Arktis.
Samstarvsavtalan millum Rannís og Granskingarráðið skal eyðmerkja samstarvsmøguleikar innan gransking og nýskapan og lata upp møguleikar fyri felags fígging av tiltøkum og verkætlanum, sum fremja vísindaligt samstarv millum londini, til dømis verkstovur og skeið.
Eisini er ætlanin at royna at fáa í lag skiftisskipanir fyri vísindalig starvsfólk og at samstarva um innsavnan og nýtslu av dátum um gransking og nýskapan. Ætlanin er somuleiðis at økja samstarvið millum londini bæði um luttøku í norðurlendskum og evropeiskum verkætlanum.
Frammanundan hava Nunatsinni Ilisimatusarnermik Siunnersuisoqatigiit, grønlendska granskingarráðið, og Rannís avtalu frá 2022, og grønlendska granskingarráðið og Granskingarráðið avtalu frá juni 2023.
Øll trý ráðini eru samd um at skipa fyri tiltøkum í felag. Fyrsta felags tiltakið verður á Arctic Circle í Reykjavík í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald