Stríðið um at gera forsetavalevni hjá demokratunum er nú av álvara byrjað. Eftir umstrídda valið í Iowa í seinastu viku, var í gjár fokus á New Hampshire.
Les eisini: Buttigieg vann sera tepran sigur á Sanders í Iowa- - krevur kanning av valúrslitinum
Skulu telja umaftur í Iowa
Eins og í Iowa var kapprenningin serliga millum Bernie Sanders og Pete Buttigieg. Eftir at 87 prosent av atkvøðunum vórðu taldar upp skýrdi Sanders seg sjálvan sum vinnara, og amerikanskir miðlar hava váttað úrslitið. 78-ára gamli senatorurin hevði tá 26 prosent, 38-ára gamli Buttigig 24,4 prosent.
Á triðja plássið var Amy Klobuchar. Tað kom óvart á øll, at senatorurin úr Minnesota fekk næstan 20 prosent av atkvøðunum (19.8). Tað hevur við sær, at hon fær seks "umboðsfólk" (delegates) úr New Hampshire. Sanders og Buttgieg fáa níggju hvør, og hava sum tað sær út nú ávíkavist 21 og 23.
Amy Klochubar hevur staðið seg væl í kjakunum undan valinum í New Hampshire og fekk næstan 20 prosent av atkvøðunum (Mynd: EPA)
Tað sær einki út hjá Joe Biden og Elizabeth Warren. Bæði eru sera roynd í politikki, og bæði vóru farin úr New Hampshire, áðrenn komið var á mál at telja. Biden fekk 8,4 og Warrenn 9,3, og hava 8 og 6 delegates samanlagt.
Tvey valevni hjá demokratunum hava nú meldað pass. Tað eru Andrew Yang og Micheal Bennett, sum einki umboðfólk fingu. Tað er púra vanligt, eftir at teir fyrstu statirnir eru taldi upp, at summi leggja kongin, tí at tað er eyðsæð, at møguleikin er rokin.
Bernie Sanders vann eisini New Hampshire í 2016, tá hann kappaðist við Hilary Clinton. Sigurin hesaferð var ikki eins stórur, men valevni frá Brooklyn gav greið boð eftir singurin: Hetta er endin á Donld Trump. Sanders skýrir núverandi forsetan at vera mest vandamikla amerikanska forsetan í nýggjar tíð.
Næsta undanvali hjá demokratunum verður í South Carolina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald