Innanlands

Sandoyartunnilin: Hava nú borað yvir fimm kilometrar

Tað er skjótt komið í helvt - 126 metrar vórðu boraðir í síðst viku

Samanlagt eru 2.672 metrar boraðir í Traðardali (Mynd: Sverri Egholm)

Samanlagt eru 2.672 metrar boraðir í Traðardali (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-25 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku vóru boraðir 126 metrar. Hetta merkir, at nú eru boraðir 5.062 metrar av 10.785 metrum. Harvið er skjótt komið í helvt við at bora Sandoyartunnilin.

Í síðstu viku vóru 76 metrar boraðir í Traðardali, og samanlagt eru 2.672 metrar boraðir í alt har.
 
Á Gomlurætt vóru 50 metrar boraðir. Har eru nú boraðir í alt 2.390 metrar.

Um eitt sindur meira enn eitt ár verður væntandi komið ígjøgnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder