2018-10-20 17:28
Síðani tíðliga fríggjamorgunin hava 140 børn og uml. 50 vaksin verið á legu í Nesvík. Legan er skipað sum sang- og tónleikalega, og børnini venja tað mesta av degnum. Tey venja bæði gamlar og nýggjar sangir – og einstakir eru skrivaðir til júst hetta høvið, har høvuðsevnið í ár er ”Alt givið!”
Sangfagnaðurin 2018 endar við konsertum í Løkshøll sunnudagin 21. oktober kl. 15.00 og kl. 16.30. Atgongumerki fáast á www.loksholl.fo
KVF tekur ta fyrru konsertina upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald