Tá ið trúboðarin Zacharias Zachariassen doyði í august 2017, hevði hann lagt ein stóran og fyri mong kæran sangskatt eftir seg. Tað var serliga sum týðari, at hann skaraði framúr, men hann var eisini virkin sum skald og sum sangari.
"Títt eitt og títt alt - Zacharias Zachariassen til minnis" er ein minnisfløga við sangum, sum Zacharias Zachariassen hevur týtt, skrivað og framført. Talan er um eina tvífløgu.
Á fyrru fløguni eru nýggjar útsetingar av fleiri av kendastu sangunum hjá Zacharias Zachariassen. Sonur Zacharias, Jákup Zachariassen, hevur staðið fyri framleiðsluni. Fleiri av Føroya bestu sangarum leggja rødd til, so sum Kristina Bærendsen, Jóhan Magnus Gunrim, Svein í Prestsgarði og fleiri. Millum sangirnar á fløguni eru "Eg stundi eftir", "Eingin skilir teg sum Jesus", "Tað er einki dulsmál" og "Eg hoyrdi einglasong". Heitislagið, "Títt eitt og títt alt," var seinasti sangurin, sum Zacharias Zachariassen skrivaði. Og lagið, "Leingist so," varð skrivað av Jákupi Zachariassen sjálvum, saman við tveimum av sínum børnum, Herborg og Filip. Herborg syngur sangin saman við pápa sínum. Orðini skrivaði Martin Joensen.
Á seinnu fløguni eru 15 sangir, sum Zacharias sjálvur framførdi. Frá 1961 til 1963 gav hann ávíkavist tríggjar singulplátur við sálmasangi út. Og eisini komu nøkur løg út í 90’unum. Haraftrat er ein framførsla í íslendskum útvarpi frá 1966 við á fløguni. Millum hesi løgini eru "Eg sá reistan langt burtur", "Hvat var verðin uttan Jesus", "Tak mítt lív og verði tað" og "Eg sum lítil piltur".
Upprunaliga var ætlanin, at fløgan skuldi gevast út tá ið Zacharias Zachariassen fylti 80 ár í 2015. Verkætlanin dróg tó út og Zacharias doyði tíverri áðrenn framleiðslan var liðug. Tað eydnaðist tó Zachariasi at hoyra fleiri av sangunum, vikurnar áðrenn hann fór.
Í minningarorðunum, sum sonur Zacharias, Arni Zachariassen, hevur skrivað til fløguna, stendur soleiðis:
"Babba hevði fimm deyv og tunghoyrd systkin. Hann segði ofta frá, hvussu hann longu tá ið hann var heilt ungur kendi eitt serligt takksemi til Gud fyri at kunna hoyra. Og tað var hetta takksemið, sum eggjaði honum at tæna Harranum við øllum sínum sansum. Tónleika- og skaldsligi varðin eftir babba stendur stinnur og sterkur. Hann sigur okkum á ein heilt serstakan hátt frá einum manni, sum ognaði alt sítt framúr signaða lív til sín frelsara."
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald