Mentan

Sangskeiðið hjá Heimamissiónini aftur á skránni

Fríggjakvøldið og leygardagin 21 og 22. september verður sangskeið á Strondum

2018-09-11 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder
Í mong ár skipaði Heimamissión á hvørjum ári fyri sangskeiði í heystfrítíðini.  Tá var sungið og vant í eina heila viku fram til eina konsert. Hesi skeiðini, sum vórðu hildin út við eini 30 ár, hava uttan iva ríkað sang-, kór-  og tónleikalívið í Heimamissiónini nógv meir, enn vit geva okkum far um.  

Sangskeiðið hevur nú verið í dvala í eini 10 ár, men í samband við at tað í ár eru 40 ár liðin, síðani sangskeiðini hjá Heimamissiónini byrjaðu, er hugskotið komið at hava sangskeið aftur, tó í broyttari útgávu.  

Sangskeiðið, sum verður í nýggja stotuliga Missiónshúsinum á Strondum, byrjar fríggjakvøld og heldur fram allan leygardagin, tá endað verður við konsert.  Konsertin verður í Missiónshúsinum á Strondum. Ætlanin er, at sangskeiðskórið eisini skal syngja á stórmøtunum hjá Heimamissiónini, sum verða í Klaksvík fyrsta vikuskiftið í november.  

Á sangskránni hesar báðar dagarnar verða bæði lívligir sangir, men eisini meira traditionellir kórsangir.  Kórleiðari á sangskeiðinum verður Ásbjørn Berthelsen. Aldursmarkið fyri sangskeiðið er 8. flokkur og uppeftir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder