Mentan

Sangur Yvir Landamørk: Stórt norðurlendskt sang og tónleikatiltak í Kelduni

Tiltakið, Sang Over Grenser, var fyrstu ferð hildið í Vennesla í Noregi í 2022 og var sama stað í 2023. Í ár verður tað so í Føroyum í døgunum 9. - 11. mai

2024-02-13 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sangur Yvir Landamørk, er eitt norðulendskt sang og tónleikatiltak. Sangarar og tónleikarar úr øllum norðurlondum luttaka á hesum tiltakinum.

Tiltakið, Sang Over Grenser, var fyrstu ferð hildið í Vennesla í Noregi í 2022 og var sama stað í 2023. Í ár verður tað so í Føroyum, í Kelduni, Skálafirði í døgunum 9. - 11. mai.

Neyvan hevur nakað størri norðurlendskt kristiligt sang og tónleikatiltak verið í Føroyum. 24 solistar og bólkar frá øllum noðurlondum luttaka.

Í alt seks konsertir vera á skránnið, tvær hvønn dag.

Millum teir norðurlendsku luttakararnar kunnu vit nevna Emilia Lindberg og Mikael Järlestrand úr Svøríki, Synnøve Aanesen og Rett Kurs úr Noregi, Siggi Ingemars úr Íslandi, Kristoffer Streng og Stefan Janson úr Finnlandi, Silje Sejergaard og Hanna Thomsen úr Danmark, Blátt Gras og Betesdakórið úr Føroyum og nógv fleiri.

Eisini eitt norðurlendskt ferðalið á umleið 300 fólk koma til Føroya at uppliva hetta.

Atgongumerkjasølan fer framm á billett.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder