Gamla Reinsaríið í høvuðsstaðnum kom til sín rætt fríggjadagin, tá forlagið Sprotin skipaði fyri eini av sínum áhugaverdu bókaframløgum, hesaferð við ævisøgu um Sannu Dahl, lækna.
Ein av fyrstu kvinnuligu læknunum í Føroyum átti løtuna og høvdu mong ikki minst fyrrverandi starvsfelagar leitað sær oman á Reinsaríið at hoyra teir báðar feðgarnar, Martin og Flóvin Tór Nyggard Næs greiða frá nýggju bókini við tí serstaka heitinum “Læknin ein og hundraðtals hermenn SANNA DAHL.”
Søgan um Sannu Dahl er søgan um gentuna úr Vági, ið nam sær útbúgving sum lækni í fyrru helvt av 20. øld og sum seinni var við til at menna føroyska sjúkrahúsverkið sum fyrsti føroyski røntgenlæknin.
Bókin um Sannu er samstundis ein lýsing av, hvussu føroyska samfelagið hevur ment seg seinastu hundrað árini, bæði hvat viðvíkur mentan, útbúgving, samferðslumøguleikum, sjúkrahúskervi og tøkni.
Søgan um Sannu er kryddað við persónligum frásøgum, millum annað um spentar støður uttanlands undir 2. heimsbardaga og um sjaskutar túrar við doktarabáti í Norðoyggjum.
Bókin um Sannu er skrivað eftir samrøður við høvuðspersónin, men byggir eisini á tað rúgvusmikla brævasamskiftið, sum Sanna hevði við familjuna.
Til tiltakið spældu tær báðar Anna og Angelica.
Enn eitt tiltak um bókina verður í sambandi við bókadagarnar í Norðurlandahúsinum 18. november kl. 14. Tá fer Sanna Andrassardóttir Dahl, ommudóttir Sannu at hava samrøðu við rithøvundarnar.
Dóttirin Helena Dahl Joensen greiddi frá um mammuna.
Rithøvundarnir báðir saman við einum vælnøgdum útgevara, Jonhardi Mikkelsen frá Sprotanum.
Ommudøtrarnar Sanna Andrassardóttir Dahl og Gunnhild Dahl Niclasen og langommusonurin Andras.
Mangir av fyrrverandi starvsfeløgunum hjá Sannu Dahl vóru við til tiltakið á Reinsaríinum. Her Anders Harboe.
Sanna Dahl her saman við børnunum fv. Jógvan Dahl Niclasen, Helena Dahl Joensen og Andrass Dahl Niclasen. Myndin er úr bókini um Sannu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald