Visit Faroe Islands hevur í samstarvi við lýsingafyritøkunum Sansum og Mensch saman við Kovboyfilm ment skipanina, sum lættliga kann fara at skapa eins nógv ummæli í altjóða fjølmiðlum, sum Sheep-View og Faroe Islands Translate.
Hugskotið snýr seg um, at ferðafólk, ið høvdu ætlað sær til Føroya, men ikki sleppa orsaka av smittuvandanum, nú kortini kunnu uppliva oyggjarnar.
Komandi dagarnar skipar Visit Faroe Islands fyri tveimum túrum um dagin, sokallaðum tykistúrum, ið kunnu upplivast á netinum.
Ein ferðaleiðari – eitt av starvsfólkunum – hjá Visit Faroe Islands fer avstað við einum myndatóli á høvdinum, og so kunnu fólk frá egnari teldu stýra ferðaleiðaranum og siga hvar hann skal fara, fram, aftur, høgru, vinstru. Tey hava eisini ein knøtt, so tey kunnu fáa ferðaleiðaran at renna, og ein hoppi-knøtt, so sigast má, at Visit Faroe Islands nú bæði hoppar og rennur fyri ferðafólkunum í hesum koronatíðum.
Fyrsti túrurin í dag var við Gjógv, og eitt lítið brot frá túrinum sæst í filmsbrotinum yvir greinini her.
Í vøkrum várveðri kundi Sára Jacobsen leiða ferðafólkunum gjøgnum eina – næstan – manntóma Gjáarbygd. Sára varð send ein túr oman í gjónna, út á bonk Mary’s og niðan eftir gøtuni móti Ambadali. Annars gekk hon runt um í bygdini, meðan hon at ræðiligum enskum greiddi frá um bygdina og økið kringum.
Sigast má, at tiltakið longu nú er væl móttikið. Tað er so, at bert eitt fólk í senn sleppur at sita við stýriknøttarnar, og Levi Hanssen upplýsti fyri løtu síðani, at yvir 12.000 fólk høvdu roynt at melda seg til at sleppa at stýra.
Túrarnir verða gjørdir í samráð og eftir avtalu við jarðareigararnar, har gingið verður. Ein ella tveir túrar verða gjørdir hesar komandi dagarnar.
Annar túrur í dag verður í Funningi – hann byrjar klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald