Innanlands

Sára Jógvansdóttir nýggjur borgarstjóri í Vestmanna

Nývalda bygdarráðið í Vestmanna kommunu samtykti í kvøld einmælt at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarstjóra

Sára Jógvansdóttir (Privatmynd)

Sára Jógvansdóttir (Privatmynd)

2024-11-14 22:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggja bygdaráðið í Vestmanna kommunu hevur í kvøld skipað seg.

Tað varð einmælt samtykt, at velja Sáru Jógvansdóttir sum borgarstjóra og Símin Jákup Højsted sum varaborgarstjóra næstu fýra árini. Sára Jógvansdóttir varð fyrstvald á valinum týsdagin við 145 atkvøðum.

Sjey fólk sita í bygdarráðnum í Vestmanna. Á kommunuvalinum vóru vald Sára Jógvansdóttir, Símin Jákup Højsted, Anja Haldansen, Karl A. Olsen, Pauli Magnussen, Jákup S. Jóhanesarson og Janus Atli Jensen.

[object Object]

Listi A 772 atkvøður
Sára Jógvansdóttir 145
Símin Jákup Højsted 138
Anja Haldansen 100
Karl A. Olsen 68
Pauli Magnussen 65
Jákup S. Jóanesarson 49
Janus Atli Jensen 43

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder