Skandinaviska flogfelagið SAS hevur avlýst fleiri flogferðir úr og millum norskar floghavnir, skrivar norska ríkiskringvarpið á heimasíðu síni.
Úr stóru býunum Oslo, Bergen, Stavanger og Trondheim vóru 119 SAS ferðir hesa vikuna. Í morgun var talið vaksið við tveimum.
Tilsamans vóru 133 fráferðir avlýstar frá norskum floghavnum, skrivar NRK.
Orsøkin er støðan í Miðeystri og so hækkandi prísurin á brennievni orsaka av krígsstøðuni.
- Eitt av tiltøkunum er, at vit fyribils avlýsa nakrar flogferðir. Fyri at varðveita álítandi ferðamøguleikar fyri okkara kundar, savna vit kapasitetin á leiðum á rutum har alternativir møguleikar eru, sigur samskiftisstjórin hjá SAS í Noregi, Øystein Schmidt, við NRK.
Hitt stóra flogfelagið í Noregi, Norwegian, hevur ikki avlýst fráferðir enn. Tað váttar miðlastjórin í flogfelagnum, Catharina Solli, fyri NRK.
- Vit fylgja støðuni, men vit ætla at halda ferðaætlanini, sum er lýst, sigur hon.
Norwegian hevur heldur ikki enn lagt eyka kostnað á ferðaseðlaprísirnar orsaka av vaksandi oljuprísinum, eins og SAS og onnur flogfeløg gjørdu rættiliga skjótt eftir, at prísurin á brennievni byrjaði at hækka, men flogfelagið avvísir ikki, at hækkandi oljuprísurin fer at merkjast í komandi tíðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald