2020-11-25 08:21

Um vikuskiftið varð boðað frá, at skandinaviska flogfelagið SAS fer at taka Føroyaflúgvingina uppaftur í mars, men nú er greitt, at nakrir túrar eisini verða gjørdir longu í desember.
Í tíðindaskrivi, sum varð sent út týsdagin, boðaði SAS nevniliga frá, at flogfelagið fór at taka flúgvingina uppaftur á fleiri farleiðum um jólini fyri at ganga eftirspurninginum á møti.
Ein av hesum leiðum er tann millum Føroyar og Keypmannahavn, og sambært heimasíðuni hjá SAS verður flogið til Føroya 23., 27. og 30. desember.
Les eisini: Føroyaflúgvingin hjá SAS tikin uppaftur í vár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald