2025-09-26 12:48

Flestu flogførini sum eftir ætlan skuldu flúgva umvegis Vága Floghavn í dag eru avlýst.
SAS gjørdi kortini eina roynd at flúgva til Føroya. Og flogið varð uppi yvir flogvøllinum, men flogfarið lendi ikki.
Flogfarið skuldi eftir ætlan lenda klokkan 12:40.
Atlantic Airways hevur útsett sína komu og fráferð. Flogfarið sum skuldi lenda klokkan 13:40 er útsett til 21:15. Tað fer avstað aftur klokkan 22:05.
Hini flogførini hjá Widerøe og Iceland eru avlýst í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald