2020-09-22 11:46

Stóra skandinaviska flogfelagið, SAS, fer ikki at flúgva til Føroya í vetur. Tað váttar virkandi kunningarleiðarin á SAS fyri Kringvarpinum, sum upplýsir, at SAS gevst 1. oktober.
Korona smittan er orsøkin til avgerðina. Deils at færri fólk ferðast nú, men eisini, at flogfelagið nú skal áleggjast at krevja pengar frá ferðafólkunum fyri kravdu koronakanningarnar á flogvøllinum í Vágum.
Norðlýsið veit frá keldum, at SAS ætlar at taka flúgvingina uppaftur til várs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald