Uttanlands

SAS krevur at ferðafólk bera munnbind

Skandinaviska flogfelagið setir spakuliga gongd á flogferðsluna aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-13 14:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skandinaviska flogfelagið SAS fer nú at krevja, at øll, sum ferðast við teirra flogførum, bera andaverju, masku.

Hetta kemur í gildi frá 18. mai, skrivar flogfelagið í tíðindaskrivi í dag.

- Tað verður kravt, at øll ferðandi frá seks ár og uppeftir bera munnbind frá 18. mai til 31. august, skrivar SAS.

SAS hevur sett fleiri tiltøk í verk fyri at forða fyri at ferðafólk hjá teimum verða smittað. Flogfelagið sigur, at øll flogfør verða vaskað og sóttreinsað, nýggjar reglur verða gjørdar í samband við boarding, frástøða skal verða millum ferðafólk, og frameftir kunnu ferðandi bert hava eina tasku við sum handviðføri.

Ongin matur verður borðreiddur umborð fyri at minka um sambandið millum ferðafólk og starvsfólk, eins og allir leysir lutir uttan týdning, verða tiknir úr flogfarinum, so sum lesnaður, pútur og teppi.

- Nógv fólk í Skandinavia eru bundin av SAS og flogferðslu. Tey kunnu vera vís um, at vit taka neyðug atlit til heilsu og trygd í størsta álvara, sigur Mattias Hedrén, sum hevur ábyrgd av trygdina hjá SAS í tíðindaskrivinum.

SAS leggur dent á, at fleiri forðingar framvegis vera í flogferðsluni, men at tey nú eru til reiðar til spakuliga at lata alsamt fleiri rutur spakuliga uppaftur, skrivar dr.dk.

SAS hevur ikki flogið til Føroya síðan korona-kreppan brast á.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder