Mentan

SAS-verkfallið ávirkar G! festivalin

Tvey nøvn á G! festivalinum eru avlýst

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-14 23:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey nøvn eru avlýst á G! festivalinum í ár. Talan er um Kakalorium, ið skuldi spæla á Spæliplássinum fríggjadagin, og La Fleur, ið skuldi spæla í Grundini leygarnáttina. Tí eru nakrar smávegis broytingar gjørdar í skránni.

 Orsøkin til avlýsingina er verkfallið, sum rakar SAS. Hetta hevur givið stórar logistiskar avbjóðingar við tað, at nógvar flogferðir máttu umbókast í síðstu løtu fyri at fáa øll til Føroyar til tíðina. 

- Hetta hevur eydnast fyri tey allarflestu, men vit mugu tíverri staðfesta, at tað ikki eydnast Kakalorium og La Fleur at koma til Føroyar til tíðina, sigur G! festivalurin.

Hetta merkir nakrar smávegis broytingar í skránni. Kakalorium skuldi eftir ætlan verða fyrsti bólkur á Spæliplássinum fríggjadagin kl. 16:00. Ístaðin letur Zoord upp tónleikaveitsluna á Spæliplássinum kl. 16:30 við skemtiligum og orkumiklum fólkatónleiki úr Transylvania.

La Fleur skuldi spæla í Grundini sum síðsti bólkur leygarnáttina kl. 02:30. Ístaðin kemur Atlas at fylla ljóðmyndina í Grundini eitt sindur longri, og síðan kemur Suchi á pall kl. 02:00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder