Innanlands

Sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini undirskrivaðir

Arbeiðið byrjar beinanvegin og verður eftir ætlanini liðugt síðst í 2022

Sambýlið á Mýrini í Hoyvík (Mynd: Almannamálaráðið)

Sambýlið á Mýrini í Hoyvík (Mynd: Almannamálaráðið)

2021-08-31 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sáttmálarnir at byggja Sambýlið á Mýrini í Hoyvík eru í dag undirskrivaðir. Samanlagt fer sambýlið at kosta 41,7 milliónir krónur, sigur Almannaverkið.

Sambýlið, ið er til fólk við tyngri og lættari menningartarni, hevur 18 búeindir umframt felagsøki og starvsfólkarúm. Teknistovan MAP hevur teknað sambýlið.

Arbeiðið er býtt í fýra arbeiðstøkur. Fyrsta arbeiðstøkan, jørð- og planeringsarbeiðið, er liðugt.

[object Object](Mynd: Almannaverkið)

Sáttmálarnir fyri tær tríggjar stórarbeiðstøkurnar eru Á.T.S. v/Karstin Vang, sum skal gera stórarbeiðstøku 1 (jørð, kloakk, lendi, betong, timbur, múrara-, márara- og gólvarbeiði), RenoVent skal standa fyri arbeiðstøku 2 (HVS, ventilatión og CTS) og Install skal standa fyri arbeiðstøku 3 (el).

Arbeiðið byrjar beinanvegin og verður eftir ætlanini liðugt síðst í 2022.

Bygningurin er tilsamans 1.222 fermetrar til støddar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder