Saudiarabia fordømir hendingina í týska býnum Magdeburg, har ein bilur í gjárkvøldið koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum jólamarknaði.
Ein 50 ára gamal maður úr Saudiarabia varð handtikin í sambandi við hendingina, og sambært fráboðan frá saudiarabiska uttanríkismálaráðnum á X sýnir Saudiarabia samkenslu við Týsklandi og familjunum hjá ofrunum, tekur frástøðu frá harðskapi og fordømir hendingina.
Talið á persónum, sum hava latið lív í sambandi við hendingina í Magdeburg, er nú komið upp á fimm.
Sambært týska samveldiskanslaranum Olaf Scholz, sum vitjaði jólamarknaðin í Magdeburg fyrrapartin, er talið á særdum yvir 200, harav 40 eru álvarsliga løstað.
Áður hava týskir miðlar sagt, at talið á særdum var um 70.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald