Sameindu Arabisku Emiratini vórðu í nátt rakt av iranskum rakettum og dronum, boðar verjumálaráðið í Emiratunum frá.
– Hoyrir mann larm, er tað loftverjuskipanin, sum rakar rakettir og dronur, skrivar ráðið.
Í Saudiarabia varð eisini boðað frá álopum í nátt. Einki verður tó sagt um, hvar tey koma frá, skrivar Ritzau.
Sambært talsfólki hjá suaidiarabiska verjumálaráðnum, vórðu tríggjar rakettir sæddar í økinum kring høvuðsstaðin Riyadh.
Ein rakett varð skotin niður, meðan hinar báðar duttu niður í óbygdum øki.
Sambært saudiarabiska verjumálaráðnum vórðu fimm dronur eisini raktar í nátt.
Síðan Ísrael og USA lupu á Iran 28. februar, hevur Iran framt álop móti Saudiarabia og øðrum londum, har USA hevur herstøðir.
Les eisini: Trump: Iran skal lata upp Hormuzsundið innan 48 tímar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald