Innanlands

Savna inn í Havn næsta leygardag

Orsakað av keðiliga veðrinum vóru nógv, ið aftraðu seg við at fara út at savna inn í Havn í gjár, tá árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi var, og vóru nógvar rutur í høvuðsstaðnum, ið ikki vórðu gingnar. Men Reyði Krossur hevur gjørt av, at savnað verður inn á teimum rutunum sum mangla leygardagin 9. september

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-03 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, har hundraðtals fólk gingu hús í hús kring alt landið fyri at savna inn pening til hjálpararbeiði.

Keðiliga veðrið í gjár hevði tó við sær, at fólk í høvuðsstaðnum aftraðu seg við at fara út at savna inn, og tí verður enn ein roynd gjørd at savna inn í Havn leygardagin í komandi viku, boðar Reyði Krossur frá.

– Meðan innsavningin uttanfyri Havnina er frammanundan skipað við føstum innsavnarum, so er innsavningin í Tórshavn skipað soleiðis, at litið verður á, at fólk møta upp hjá Reyða Krossi, og heinta sær eina bússu. Tíverri var veðrið ikki við okkum hendan dagin, og tað hevði við sær, at mong í Tórshavn aftraðu seg at fara út og savna inn, og sostatt vóru nógvar rutur í Tórshavn, sum ikki vórðu gingnar.

– Hetta er sjálvandi harmiligt, tí vit vita, at nógv húski væntaðu sær vitjan av Reyða Krossi. Tí hevur Reyði Krossur gjørt av, at savnað verður inn, á teimum rutum, sum mangla, næsta leygardag – 9 september. Hendan dagin verður eisini savnað inn í Vágunum.

– Hjartans tøkk til øll, ið longu hava stuðlað, gingið við bússu og á annan hátt hjálpt okkum at hjálpa, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder