2021-10-10 13:20
Í heystfrítíðini í komandi viku verður Savnsfagnaður á Listasavni Føroya.
Í hesum sambandi verður ymiskt á skrá fyri børn, foreldur og onnur áhugað, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.
Hvønn dag verður verkstova, har til ber at gera smá skrímsl og myndir við tógvi, gera djór úr modellervoksi, tekna og klippa. Eisini verða ókeypis rundvísingar fyri børn hvønn dag klokkan 13 og 14. Tær vara uml. 20 minuttir. Atgongumerki fáast í móttøkuni.
Mánadag til fríggjadag í komandi viku er ókeypis atgongd millum klokkan 11 og 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald